Um vikuskiftið verður skeið hildið á Venjingarskúlanum.
? Skeiðið gongur í stuttum út uppá at geva kunning um, hvussu tú pyntar vindeygu í handlum bæði úti og inni, sigur Benny Ejdesgaard, sum skipar fyri skeiðnum.
Benny er útbúgvin innan hetta økið, og heldur hann, at um ein gongur ein túr runt í Havnini ella úti á bygd, so sær ein beinanvegin, hvør hevur gjørt nakað við at pynta vindeyguni og ikki. Skeiðið fer tí at viðgera tað visuella hjá handilsmonnunum.
? Vit fara at læra um ljós, uppseting og litir. Nógv eru líkaglað við vindeygunum, og síggja tey ikki sum ein part av handlinum. Tað er stórur tørvur á hesum í handilsverðini, heldur Benny.
Samskifti hevur annars havt fleiri onnur skeið í millum annað dekoratión.
Myndatxt: Benny Ejdesgaard fer um vikuskiftið at hava skeið á Venjingarskúlanum. Skeiðið gongur út uppá, at læra at pynta vindeygu









