Lærdu politikkararnir onki av kreppuni?

Tað sær ikki mætari út enn at politikkararnir ikki lærdu nakað av tí sváru kreppu alt Føroya land var í í 90-unum.

Tað er ein ørgrynna av almennum arbeiðum boðin út, tað mátti jú verið meiri skilagott at bíða við teimum almennu útbyggingunum, ímeðan tann privata vinnan byggir sum ongantíð áður. Tað einasta tað almenna fær burtur úr er at øll bygging verður nógv dýrari enn neyðugt, og sjálvsagt verður øll bygging hjá teim privatu eisini dýrari. Tí tað er avmarkað hvussu leingi tann føroyska vinnan kann folda seg meira út.
Tað fer at enda við at øll bygging steðgar upp í senn, og alt bleiv ov dýrt.
Men høvdu teir almennu myndugleikarnir hugsað, og serliga uppá skattakrónurnar hjá borgaranum, so skuldu tey almennu arbeiðini verið boðin út tá tann privata var minkað niður í einki, tí so var alla tíðina javnt arbeiði, og alt bleiv nógv bíligari at byggja.
Og so at geva dønum 366 milliónir í gávu hvørt ár, altso hvat halda vit okkum vera, sjálvur er undirritaði fyri at Føroyar skal vera eitt sjálvstøðugt land. Men hvat nyttar tað tá vit ikki eru búgvin til tess, vit skulu tó arbeiða miðvíst við loysingarmálinum alla tíðina, allur hasin peningurin hevði verið góður at havt at staðið ímóti við í krepputíðum. Vit mugu ómøguligt billa okkum inn at tað ongantíð kemur kreppa aftur, tað hava verið kreppur og tað koma altíð kreppur aftur.
Teir, sum valda, mugu gjalda, eru tað jú ikki DANIR sum hava avgerðarrættin her enn, tað sóu vit jú í kreppuni, so latið teir gjalda inntil vit hava loyst skútuna.