Løgreglan í Aarhus hevur avbyrgt ein part av lærda háskúlanum í býnum, eftir at eitt bræv við einari bumbuhóttan varð funnið á skúlanum.
Talsmaðurin hjá skúlanum sigur, at løgreglan hevur avbyrgt bygningar, har yvirgøvur fólk í umsitingini halda til, og eftir boðum frá løgregluni eru øll farin út.
Servandir bumbuhundar skulu nú kanna bygningarnar, samstundis sum hóttanarbrævið verður kannað á løgreglustøðini.
-Brævið er á donskum. Vit kunnu ikki siga, hvat stendur í tí, men talan er um eina hóttan, sigur Mogens Brøndum hjá løgregluni við Politiken.