B36-FS Vágar 6-1 (3-0)
Tá vágamenn sunnudagin løgdu leiðina til Havnar, mundi tað vera við vónum um eitt líkinda úrslit. Ikki tí, B36 hevur higartil í kappingarárinum sýnt gott fótbóltsspæl, og teir høvdu eisini vunnið teir báðar dystirnar, sum teir higartil høvdu leikt. Hinvegin hevði FS Vágar eisini sýnt góðar taktir, bæði í lands- og steypakapping, so tað mundi helst ikki vera nakar, sum væntaði, at talan skuldi gerast um eina rættuliga uppvísing frá oddaliðnum.
Ætlanin fór fyri skeyti
Ta dysturin var liðugur, vísti máltalvan, sum rættuliga sigandi stendur beint við tennisvøllin, at heimaliðið hevði fingið seks mál, meðan gestirnir bert fingu tað eina.
At talan sostatt skuldi gerast um rættligan stórsigur, vóru helst fleiri orsøkir til. Ein hin størsta mundi tó vera, at tað tóktist eins og vágamenn høvdu ov stóra virðing fyri heimaliðinum.
Í øllum førum løgdu teir sera varliga fyri. Helst við tí fyri eygað at forða vandamiklu álopsleikarunum hjá B36 at gera nakað um seg, men longu eftir 12 minuttum varð henda spæliætlan oyðiløgd. B36 hevði fríspark í vinstru síðu, bólturin varð rullaður nakað útfrá til Mikkjal Thomassen, sum royndi seg við skotið. Skotið var hart, men hels hevði eingin vandi verið á ferð, um ikki Jens Kristan Hansen stakk høvdið fram, og á tann hátt beindi bóltin upp í málhornið.
Vágamenn tóktist nakað ráðaleysir, nú spæliætlanin varð oyðiløgd somikið tíðliga. Verjuspælið var nú ikki eins konsentrerað, sum í byrjanini, og fram eftir vøllinum hendi heldur ikki tað stóra. Ikki tí, álopsleikararnir royndu sítt, men teir fingu alt ov lítlan stuðul frá miðvøllinum, og varð uppgávan hjá B36 verjuni sostatt lættari enn neyðugt.
Betri varð støðan ikki av, at John Petersen tvær ferðir innan lítið korter slapp at royna seg frá 11-metra blettinum, og báðu ferðirnar góvu royndirnar mál.
Fyrra brotssparkið kom eftir at hond hevði verið á bóltinum inni í brotsteiginum, meðan seinna brotssparkið varð dømt, tá Ronnie Samuelsen varð togaður niður, tá hann royndi at fáa høvdið á eitt innlegg úr høgru síðu.
Stutt fyri seinna brotssparkið kundi John Johansen minkað um munin, tá hann gjørdist púra leysur innanfyri B36-verjuna. Hevði royndin givið mál, kundi talan kanska verið um ein heilt annan dyst, men Tróndur Vatnhamar kom væl út úr málinum, og megnaði at verja fyri.
Ístaðin gjørdist støðan stutt eftir 3-0 til heimaliðið, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Kundi verið meira
Hetta var eisini sjónligt, tá liðini fóru á vøllin til seinna hálvleik. Vágamenn royndu nú at sleppa sær nakað niðan á vøllin, men aloftast gekk spælið ov seint til at gerast rættuliga vandamikið.
Hinvegin hevði B36 nú hópin av møguleikum at økja um leiðsluna. Ronnie Samuelsen gjørdi tað til 4-0, tá hann hegnisliga tamdi bóltin inni í brotsteiginum, áðrenn hann varð sendur flatt við handara stólpa. John Petersen fekk sítt hat-trick, tá hann ótarnaður slapp at seta høvdið á eitt frísparksinnlegg frá Mikkjali Thomassen, og innskiftið Kenneth Jacobsen mundi gera vakrasta málið í dystinum, tá hann staddur beint uttanfyri brotsteigin hálvfluktaði ein returbólt upp í handara málhorn.
Stutt undan seinasta B36-málinum hevði Tór-Ingar Akselsen minkað um munin. Hetta hendi eftir deyðbóltsstøðu, sum sær út til vera nakað serliga hjá vágamonnunum. Ari sendi hart og skrúvandi innfyri, og meðan Tróndur stóð og bíðaði eftir bóltinum, setti Tór-Ingar fótin á.
Umframt málini, hevði B36 hópin av møguleikum, so sigurin kundi lættliga verið nógv størri. Tað tóktist tó sum um leikararnir vóru nøgdir við sýnda avrikið, og tá mótstøðumenninir so at siga høvdu givið skarvin yvir, kom hvørki sigurin ella støddin av hesum í rættuligan vanda.
Fingu lærdómin við
Sostatt fóru vágamenn úr Gundadali sum av torvheiðum. Heilt tómhentir fóru teir tó ikki, tí við sær fingu teir í øllum førum dýran lærupening um, hvussu stóru munurin er á bestu og næstbestu fótbóltsdeildini.
Møguliga var talan bert um ein ringan dag hjá FS Vágum, men í øllum førum fingu teir staðfest, at teir ikki fáa nakað sum helst forerandi, tá spælt verður á hesum støði. Tað vilja altíð koma dystir, har rættuligt glið ikki kemur á spælið, men tá er neyðugt at bróa upp um armar, og nýta stríðsviljan, har fótbóltsspælið ikki røkkur.
Hetta gloymdu leikararnir hesu ferð, og sum nevnt, so máttu teir eisini gjalda dýran lærupenga fyri hetta.
Málið hjá vágaliðnum er tó fyri fyrst at stabilisera seg í bestu deildini, og helst kunnu teir ugga seg við, at tað neyvan verða fleiri av kappingarneytunum, sum taka stig í Gundadali, so í so máta var hetta kanska ikki býttasta staðið at rinda hesar lærupengar.
Stevna einsamallir avstað
Sigurin hjá B36 hevði, saman við úrslitunum í hinum dystunum, við sær, at yngra høvuðssatðarliðið nú er einsamalt á odda í bestu deildini.
Undan kappingarársbyrjan mundu tað ikki vera nógv av viðhaldsfólkunum, sum høvdu somikið høgar vónir um lið sítt, og hóast tað enn er nakað stutt útliðið á fótbóltsárið, so byrjar liðið longu nú at líkjast einum góðum boðið til í øllum førum luttøku í toppstríðnum.
Upp á stutta tíð hevur svenski venjarin fingið sett eitt vælspælandi lið saman, men grundarlagið undir hesum byggir í stóran mun á gamlar dygdir, so sum stríðsfúsni og samanhald. So at siga allir mans arbeiða hart fyri liðnum, og hetta viðførdi, at teir í stórum parti av dystinum fingu lagt eitt rættuliga áhaldandi trýst á vágaliðið.
Talan var tó kanska um eina bíliga bakgrund sunnudagin, men stigini, sum liðið hevur fingið higartil, verða so ikki tikin frá teimum.
B36-FS Vágar 6-1 (3-0)
1-0 Jens Kristian Hansen 12.
2-0 John Petersen 27. (br.)
3-0 John Petersen 40. (br.)
4-0 Ronnie Samuelsen 48.
5-0 John Petersen 73.
5-1 Tór Ingar Akselsen 76.
6-1 Kenneth Jacobsen 86.
Dómari: Lassin Isaksen
B36:
Tróndur Vatnhamar - Herbert í Lon Jacobsen, Egil Zachariasen, Mikkjal Thomassen - Bjarni Prior, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Magni á Lakjuni - John Petersen, Ronnie Samuelsen, Jákup á Borg
FS Vágar:
Remigius Mikoliunis - Emil Hentze, Zilvanius Zudus, Darius Magdisauskas, Jonsvein Olsen - Rimvydes Bakus, Albert Ari Thomassen, Hannus Olsen, Tór-Ingar Akselsen - Birgir Joensen, John Johansen