Lærari skundaði sær í skúla

Í gjár byrjaðu teir flestu skúlarnir í Danmark aftan á summarfrítíðina. Ein lærari í býnum Haderslev var eftir øllum at døma sera spentur eftir at sleppa aftur í skúla. Tað kom at kosta honum 3.000 krónur í bót og treytaða frádøming av koyrikortinum.

Lærarin hevði helst gloymt, at løgreglan plagar at gera ferðmátingar við skúlarnar tann dagin, skúlagongdin byrjar aftur. Í øllum førum koyrdi hann 92 kilometrar um tíman, tá hann kom í mátingartólið hjá løgregluni.

Mest loyvda ferð á hesum skúlavegnum í Haderslev er 50 km/t. Tí fær lærarin bót og treytaða frádøming, og harafturat skal hann taka bæði ástøði og koyriroynd umaftur.