Foreldur á Skála hava kært ein lærara fyri at hava fylt bilin við børnum, harav nøkur sótu í viðførisrúminum. Fyri eini tíð síðan fóru tveir lærarar við fjórða flokki í Skála skúla ein biltúr til Gøtu. Bilurin, sum lærararnir koyrdu í, var ikki so stórur, at øll børnini kundu sita bundin, og tí vórðu trý børn koyrd í viðførðisrúmið til Gøtu og aftur.
Foreldrini vóru forfard, tá tey frættu hetta, og foreldrini at einum næmingi, sum sat í viðførisrúminum, vóru so skelkað, at tey kærdu tilburðin til Mentamálaráðið.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna váttar, at kæran er komin til Mentamálaráðið. Men enn veit hon ikki, hvat gjørd verður við kæruna. Kærandi foreldrini hava valt at vera ónevnd við tað, at viðurskiftini á Skála eru so smá.
- Eg havi tí heitt á fyrisiting mína um at kanna, hvussu vit eiga at bera okkum at, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon sigur tó, at um innihaldið í kæruni er rætt, hevur Mentamálaráðið ein trupulleika, sum tað noyðist at taka støðu til.
Fyrsti lærari í Skála skúla hevur ikki hug at gera viðmerkingar til málið. Hinvegin hevur Kári Thorsteinsson, formaður í nevndini fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, greiða mening um slíkan flutning av skúlanæmingum.
- Eg havi ongantíð áður hoyrt um slíkt. Hatta ljóðar ikki trygt. Vanligt er at flyta skúlanæmingar við skúlabussi, tí børnini skulu ferðast trygg millum heim og skúla. Vit eiga altíð at seta trygdina í hásætið. Næmingarnir eiga at sita fastspentir í bussinum, og vit fara ikki at mæla til nakað annað, heldur ikki sum undantak, sigur Kári Thorsteinsson, sum sigur seg væl skilja, at foreldur klaga um nevnda tilburð.
Zvonko Mrdalo, formaður í skúlastýrinum á Skála, hevur ikki hoyrt eitt orð um hendingina.