Skal lærari, sum arbeiðir við tí dýrabarasta vit eiga, barninum, hava loyvi til at taka lærarastarvið sum hjástarv?
Skal fólkaskúlalærari hava loyvi til at stilla upp til løgtingsvalið?
Hví skal skúlabarnið vera uttan frálæru, tí lærarin er í tinginum?
Hví skal skúlabarnið hava ein vikar nú og annan tá, tí lærarin nýtir arbeiðsorku sína til egin politisk áhugamál?
Hví skal skúlabarnið undirvísast av lærara, ið kemur troyttur og illa fyrireikaður av politiskum fundum?
Hevur lærari, sum ynskir at nýta sína arbeiðsorku í tinginum, ikki misskilt sína uppgávu sum lærari?
Tín atkvøða fyri einum fólkaskúlalærara til løgtingsvalið, kann gerast eitt lagnuval fyri skúlabarnið!
Børn eru viðbrekin, og skulu hava tryggar og fastar karmar, og viðfarast við umhugsni, eisini í skúlanum!
HUGSA UM BØRNINI, TÁ TÚ SETUR KROSS TÍN Á LØGTINGSVALINUM!
Nógv ræðandi dømi eru, har lærarin og politikarin hevur mis-røkt lærarastarvið upp á tað grovasta. Í smá-bygdum hava vit dømir um, at lærarin og politikarin hevur sitið einsamallur, har hetta hevur havt ógvuligar avleiðingar fyri heilar skúlaflokkar. Tú kanst steðga hesum óskili við atkvøðu tínari!
Gott løgtingsval!










