Ein rúgvu av fakfeløgum hava seinastu dagarnar víst sín stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríðnum á almenna arbeiðsmarknaðinum, nú tað eru ellivu dagar síðan, at báðir partar vrakaðu seinastu semingsroyndina.
Nú fær felagið eisini stuðul frá einum av teimum starvsbólkum, ið arbeiðast mest við pedagogar. Føroya Lærarafelag, ið bíðar eftir at byrja samráðingar við Fíggjarmálaráðið, boðar á heimasíðu síni frá, at felagið stuðlar pedagogunum, og noktar sínum limum at taka upp verkfalsrakt arbeiði.
Yvirlýsingin er fylgjandi:
- Føroya Lærarafelag lýsir hervið sín stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríðnum fyri at fáa betri sømdir til limir sínar.
- Semja finst bert, um partarnir seta seg saman fyri at finna eina felags loysn, tí vilja vit heita á partarnar um at seta seg aftur við samráðingarborðið. Tað er har, og ikki aðrastaðni, ið loysnin eigur at finnast.
- Føroya Lærarafelag ger vart við, at í samband við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag verður noktað limum felagsins at taka upp verkfalsrakt arbeiði.










