út á seinnapartin í gjár varð greitt, at verkfallið hjá sáttmálasettu lærarunum stendur við.
Tí t´á ið atkvøðurnar eftir frumatkvøðugreiðsluna vórðu taldar upp, var úrslitið, at stórur meiriluti av lærarunum, feldu uppskotið.
Sostatt fer lærarafelagið ikki at skriva undir semingsuppskotið og sáttmálasettu lærararnir fara tískil heldur ikki aftur til arbeiðis.
Tilsamanans atkvøddu 701 lærarar, tað er 86% av teimum, sum høvdu atkvøðurætt.
Av teimum vóru 21 atkvøður ógyldugar, tað er 3%.
Bara 135 atkvøddu ja, tað er 19%.
Hinvegin atkvøddu heilar 545 lærarar nei, og tað er 78%.
Sostatt er ongn ivi um, at lærararnir hava vrakað semingsuppskotið.
Elsa Birgitta Petersen, formaður í Lærarafelagnum sigur, at tey eru fus at fara aftur til samráðingar fyri at bøta um sáttmálan, so at lærararnir kunnu góðtaka hann.
Og fyribils er fundur avtalaður við semingsmenninar fríggjamorgunin klokkan níggju.
Formaðurin sigur, at tað, sum lærarar vilja hava, er meiri kjøt á høvuðskravið, sum eru tímaniðurskurðir fyri meiri álagt arbeiði.
Somuleiðis vilja lærararnir hava, at skal arbeiðstíðn ásetast, skal tað vera eftir føroyskum viðurskiftum og tað skal vera púra greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður, hvussu arbeiðstíðin skal vera. Tvs, at teir góðataka ikki eina orðing um, at smaráðast skal víðari um arbeiðstíðina.
Somuleiðis vilja teir hava lønarhækking fyri tað nýggju arbeiðstíðina, eins og lærararnir í hinum norðurlondunum hava fingið