Lærararnir hava skipað seg

Nevndin í Lærarafelag Føroya hevur nú skipað seg eftir aðalfundin í farna mánaði. Tveir nevndarlimir stóði fyri vali á aðalfundinum, Jacob Eli Olsen og Andrea á Rípuni, og blivu bæði tvey afturvald hóast tvey mótvalevnir. Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðu síni.


Hósdagin í farnu viku møttust nevndin á fyrsta sinni síðan aðalfundin og skipaði seg. Eins og á aðalfundinum, so var eingin broyting í nevndarsessunum, skrivar Skúlablaðið.


Aðalfundurin velur formannin og varð Herálvur Jacobsen afturvaldur í fjør fyri eitt trý ára skeið, meðan restin av nevndini skipaði seg við Jacob Eli Olsen sum næstformanni, Andreu á Rípuni sum kassameistara, Carl Eli N. Samuelsen sum skrivara og Jonu Højsted sum nevndarlim.