Føroya Lærarafelag og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum tóku í gjár uppaftur samráðingarnar um nýggja sáttmála, eftir at steðgur hevur verið í samráðingunum síðan november. Sostatt er næsta umfar í lønarsamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum nú byrjað
Upprunaliga byrjaðu samráðingarnar longu í summar, tá Lønardeildin tók stig til at samráðast við tey fimm størstu fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, men vegna verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Pedagogfelag, hevur steðgur verið í samráðingunum við tey bæði stóru feløgini, ið enn eingin semja er gjørd við. Tey eru Føroya Lærarafelag og Akademikarafelagið.
Bæði Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, og Jan Mortensen, stjóri í Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, eru varnir við at úttala seg um krøvini, men upplýsa, at eftir fundin í gjár, so hava teir góðar vónir um, at tað fer at eydnast at finna eina semju.
Næsti fundurin millum partarnar verður eftir ætlan í morgin.









