Lærarar umhugsa at siga upp

Annar hvør lærari teknisku skúlunum í Danmark umhugsar at gevast Tað eru serliga teir yngru lærararnir, sum eru so misnøgdir við viðurskiftini, at teir hugsa um at fara í annað starv.

Men lærarar, sum eru farnir um tey 50, eru heldur ikki nøgdir, tí í einari spurnarkanning svara 53 prosent av teimum, at teir umhugsa at gevast, skrivar Politiken.

Lærararnir siga, at skúlaleiðslurnar eru ikki nóg góðar, teir líða av strongd, og so er lønin heldur ikki nóg góð.

Tað bøtir ikki um støðuna, at tey næstu fimm árini fara 40 prosent av lærarunum á teimum teknisku skúlunum í Danmark frá við eftirløn ella pensjón.