16 % av nýútlærdu lærarunum arbeiða ikki innan skúlagátt.
Hetta vísir kanning, sum danska lærarafelagið og Arbejderbevægelsens Erhvervsråd hava gjørt.
I september vóru 328 av 2115 nýggjum lærarum, ið ikki arbeiddu í fólkaskúlanum – talan er um lærarar ið høvdu í mestalagi havt læraraprógv í eitt ár.
Nú verður í Danmark roynt at finna ymiskt, ið kann broyta gongdina.
Í alt eru í Danmark 17.000 lærarar, ið ikki arbeiða innan skúlagátt, men hava funnið aðrar leiðir, skrivar folkeskolen.dk millum annað,
Anders Bondo Christensen, formaður í danska lærarafelagnum, metir hetta sum spill, og serliga tá hugsað verður um, at tey í Danmark vanta lærarar.