Telduskeið
Eiði:Í vikuni hava 20 lærarar verið á telduskeiði á Hotel Eiði. Skeiðið er partur av longri verkætlan, sum byrjaði við skulaársbyrjan seinast, og heldur fram í komandi skúlaári. Tveir dnskir undirvísarar hava staðið fyri skeiðinum, sum nú var á Hotel Eiði.
Hetta liðið, sum nú er á skeiði, er annað liðið, sum farið er undir hesa útbúgvingina. Tað liðið var liðugt við sína útbúgving í fyrraárið, og luttakararnir kunnu nú kalla seg KTvørðar, sigur Regin Ellingsgaard frá KT Deplinum. Uppgáva teirra er so millum annað at halda tøknina í góðum standi og vegleiða starvsfeløgum, sigur hann.
Endamálið við júst hesum skeiðnum, sum hildið varð í vikuni, var at prógva, at luttakararnir duga at brúka tøknina, sum teir hava lært um hesa tíðina, verkætlanin hevur vart.
Serliga varð á hesum skeiðnum lagdur dentur á at duga at brúka myndaforrit og at viðgera myndir.
Sum nakað nýtt - helst fyrstu ferð í Føroyum, siga fyrireikararnir - var á skeiðnum ein framsýning við talgiltari - digitaliseraðari - list.
Hetta vóru myndir, sum skeiðsluttakararnir hvødu tikið og síðan viðgjørt hvør í sínum lagi.
Frank Bak Jensen, skeiðsleiðari, sigur, at føroysku luttakararnir hava einki at halda seg aftur fyri. Teir standa avgjørt ikki aftan fyri tað, tey síggja á líknandi skeiðum í Danmark. Hann er serliga væl nøgdur við úrslitið av hesum skeiðnum og vísir á, at sumt av tí, sum komið er upp at hanga á hesum skeiðnum, eru rættilig listaverk, sum hava kravt nógva tíð at gera.










