Lærarar skulu ikki geva skúlabørnum heilivág

Lærarafelagið mælir nú lærarum frá, at átaka sær ábyrgdina av at útflýggja heilivág til næmingar.

Tað staðfestir felagið í fráboðan til lærararnar í dag.

Felagið staðfestir, at í fólkaskúlanum eru nógvir næmingar, sum hava sjúku av ymsum slagi, ið krevur, at teir fáa heilivág meðan teir eru í skúla og til ávísa tíð.

Men tað eru fleiri læarar, sum vilja hava greiði á, hvør eigur ábyrgdina av, at næmingurin fær heilivágin.

En skúli, ið kennir til hendan trupuleikan, er Runavíkar skúli

- Í Runavíkar skúla eru fleiri børn, sum skulu hava heilivág upp á klokkuslett. Eisini eru tað lærarar, sum kenna seg noyddar at ganga við heilivágspakkum og leita eftir børnum, sum skulu hava tablettir.

- Hetta er ein lítil eykauppgáva, sum fyllir nógv afturat øllum hinum uppgávunum, sigur skúlin

Poul Nolsøe, løgfrøðingur hjá Føroya Lærarafelag, at Lærarafelagið hevur ikki fastar leiðreglur fyri hesum.?

Men nú hevur nevndin í felagnum viðgjørt spurningin.

- Nevndin er komin til ta niðurstøðu, at felagið ræður lærarum frá, at átaka sær ábyrgdina av at útflýggja heilivág til næmingar, tí tað er ikki partur av vanligu arbeiðuppgávuni og kann ikki áleggjast lærarum við tænastuboði.

- Tekur lærari hesa uppgávuna á seg, fylgir ábyrgdin við av sær sjálvum.

- Hetta merkir, at lærari kann koma at standa til svars fyri skeivt givnum heilivági ella bert fyri at hava gloymt heilivágin.

Lærarafelagið mælir til at gera skrivligar avtalur millum skúla og foreldur um hesi viðurskifti.