Lærarar samráðast

Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið sessast í dag aftur við samráðingarborðið. Lærarafelagið hevur lýst arbeiðssteðg og bert ein góð vika er eftir, til freistin er úti

Føroya Lærarafelag hevur lýst, at er ikki semja millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag 1. mars, so fer felagið í arbeiðssteðg.

Tað tykist, sum ganga samráðingarnar millum partarnar sera strilti. Hvørgin parturin hevur viljað sagt stórvegis, men tað skilst á kunningartænastunum, sum partarnir hava á heimasíðum sínum, at tað hevur ikki gingið sum eftir ánni, tá partarnir hava hitst.

Í dag fara Føroya Lærarafelag og lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum aftur til samráðingarborðið. Fundurin í dag verður helst týðandi fyri gongdina í samráðingunum, tí 1. mars nærkast alsamt. Børn og vaksin bíða við spenningi, um fyrsti arbeiðssteðgur í søgu Føroya Lærarafelags gerst veruleiki. Lærarafelagið hevur brynjað seg til arbeiðssteðg og arbeiðir við at senda kunnandi blað í hvørt hús, har greitt verður frá støðu felagsins.