Lærarar søgdu kortanei: Verkfallið heldur fram

Heilt stórur meiriluti av lærarunum hava vrakað semingsuppskotið

Tað var ongin slingur í valsinum, tá ið talt varð upp eftir frumatkvøðugreiðsluna hjá lærararunum um semingsuppskotið, sum varð lagt fram fyri páskir, og sum skuldi endað verkfallið hjá lærarunum.

Ein stórur meiriluti av lærarunum atkvøddu ímóti uppskotium, og tí fer nevndin í Føroya Lærarafelag ikki at skriva undir semingsuppskotið og sostatt heldur verkfallið hjá sáttmálasettu lærarunum stendur við.

Tilsamanans atkvøddu 701 lærarar, tað er 86% av teimum, sum høvdu atkvøðurætt. Av teimum vóru 21 atkvøður ógyldugar, tað er 3%.

Bara 135 atkvøddu ja, tað er 19%.

Hinvegin atkvøddu heilar 545 lærarar nei, og tað er 78%.

Sostatt er ongn ivi um, at lærararnir hava vrakað semingsuppskotið.


Meiri kjøt á

Elsa Birgitta Petersen, formaður í Lærarafelagnum sigur, at tey eru fús at fara aftur til samráðingar fyri at bøta um sáttmálan, so at lærararnir kunnu góðtaka hann.

Og fyribils var fundur við semingsmenninar í gjáramorgunin, har felagið greiddi teimum frá støðuni.

Støðan hjá Lærarafelagnum var síðani borin fíggjarmálastýrinum. Formaðurin í felagnum sigur, at tað, sum lærarar vilja hava, er meiri kjøt á høvuðskravið, sum eru tímaniðurskurðir fyri meiri álagt arbeiði.

? Somuleiðis vilja lærararnir hava, at skal arbeiðstíðin ásetast, skal tað vera eftir føroyskum viðurskiftum og tað skal vera púra greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður, hvussu arbeiðstíðin skal vera.

Tvs, at teir góðataka ikki eina orðing um, at samráðast skal víðari um arbeiðstíðina.

? Somuleiðis vilja teir hava lønarhækking fyri tað nýggju arbeiðstíðina, eins og lærararnir í hinum norðurlondunum hava fingið, sigur Elsa Birgitta Petersen.