Í gjár vóru lærararnir í Eysturkommunu á kveikingarferð í Klaksvík.
Fyrst varð lag at landi í býráðshøllini, har Dávur Winther, mentanarleiðari kunnaði um ta skúlaútbygging, sum er í umbúnað í kommununi. Eisini var kunnað um tey mongu tilboðini, Klaksvíkar annars hevur at bjóða, so sum Atlantis, Dragin, Hereford, Húsið, Sjómannadegi, Summarfestivali, Svimjihøll, Badmintonhøll, KÍ-høll og so framvegis.
Síðani gekk leiðin niðan í »Restaurant Gepetto« at fáa ein betri bita. Eftir tað út í Leikalund, har Hallur, Beddy og Kristina sungu fyri gestunum.
- Kvøldið endaði við einum Linedans-skeiði, so tað kann vera, at tey fara dansandi til yviraftur um fjørðin seinni í kvøld, segði Dávur Winther í gjárkvøldið.