Fríggjadagin um eina viku verður prógvhandan á Føroya Læraraskúla. Tað eru tey, sum fóru undir lestur í 2006, sum nú fáa prógv. Talan er um 23 nýggjar lærarar - 16 konufólk og 7 mannfólk.
Seinastu vikurnar hevur nógv verið at hoyrt um, at talan verður um uppsagnir í fólkaskúlunum, tí boð eru komin frá Mentamálaráðnum um, at tímar skulu sparast. Tí kundi kanska verið roknað við, at vánirnar hjá nýggju lærarunum at fáa prógv ikki vóru góðar, men soleiðis er tað ikki. Øll tey, sum hava søkt um starv, hava fingið starv. Summi hava søkt fleiri størv og fingið fleiri størv, og so hava nýggju lærararnir havt møguleika at gera av, hvørjum tilboði tey skulu taka av.
Nýggju lærararnir halda, at tað hevur kenst serligur áhugi á skúlunum fyri at fáa mannfólk í starv.
- Vit eru sjey mannfólk, sum nú fáa prógv, og tað er meiri enn so komið fyri, at skúlar hava vent sær til okkara við tilboðum um starv. Talið á mannfólkum í fólkaskúlunum er ikki so stórt, og tað er týðuligt, at skúlaleiðslurnar ynskja at fáa fleiri mannfólk í starvshópin, heldur Áki Mørk, sum er ein av teimum, ið fáa prógv fríggjadagin.
Størv kring landið
Átjan av nýggju lærarunum fara eftir summarfrítíðina at vera í starvsliðnum í føroyska fólkaskúlanum. Onkur er í barnsburðafarloyvi, og onkur ætlar beinanvegin at fara undir víðari lestur.
Tá ið fregnast verður eftir, hvar nýggju lærararnir hava fingið starv, vísir tað seg, at níggju fara í starv í høvuðsstaðnum, og tíggju fara í starv aðra staðni kring landið. Onkur, sum eru ættað av bygd, hava fingið starv í Havn, meðan eingin, sum er ættaður úr Havn, fer út á bygd at arbeiða.
Nýggju lærararnir hava verið til síðstu próvtøkuna. Seinastu vikurnar á Læraraskúlanum hava tey ymisk skeið. Tá ið vit vitjaðu í morgun, vóru tey á skeiði í Kropsmenning. Prógvini verða handað fríggjadagin 18. juni kl. 13.30.
****
Freistin
Umsóknarfreistin at søkja inn á Læraraskúlan er nú mánadagin 14. juni. Umsóknarblað til læraraútbúgvingina og pedagogútbúgvigina fæst á heimasíðuni hjá Læraraskúlanum, flsk.fo, ella á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya, setur.fo, har umsóknarbløð til allar hinar útbúgvingarnar á Setrinum eisini eru at finna.