Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, metir ikki støðuna viðvíkjandi eftirútbúgving at vera forsvarliga.
- Tað hevur hon ikki verið leingi, og at hetta kom afturat, er sera alvorligt, sigur Elsa Birgitta Petersen, og minnir á, at ein arbeiðsgevari kann ikki leggja lunnar undir nýggjan arbeiðshátt, og so ikki geva góða byrjan.
Elsa Birgitta Petersen minnir á, at Lærarafelagið eisini fekk nýggju fólkaskúlalógina til ummælis, og felagið kom vð nógvum góðum viðmerkingum og ráðum, men eingin lurtaði.
- Hetta er júst, sum ein av stóru skriðjøklunum, ið skumpar frammanfyri sær, til tað at enda gerst eitt fjall, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Ikki landsstýrismaðurin
- Fólkaskúlalærarar hava verið sera tolnir, tí tá teir hava gjørt vart við seg, so hevur verið spurt, um teir veruliga ynskja hetta fyri børnini, og so hava teir bakkað, men tað ber ikki til longur, sigur Elsa Birgitta Petersen og minnir á, at lærarar eisini stríðast fyri børnini og samfelagið sum heild.
Hon metir, at fáa lærarar ikki eina góða innkoyring, so fellir alt, tí lærarar kunnu jú siga, at fáa teir ikki sømdir frá arbeiðsgevaranum, so veður bert undirvíst eftir gomlu lógini.
Forkvinnan minnir á, at lógin frá 1979 var góð, men stórur partur av tí, ið hevði við 10. flokk at gera, kom ongantíð í gongd og ein av grundunum vóru pengarnir. Og nú hevndir júst tað sama, heldur forkvinnan í Føroya Lærarafelag.
Hon sigur, at Lærarafelagið væl dugir at síggja, at mong av teimum, ið hava sett hetta í verk, ikki eru til staðar longur í umsitingini. Landstýrismaðurin er eisini ein annar nú.
- Vit hava spildur nýggj embætisfólk og nýggjan landsstýrismann, men fyri tað góðtaka vit ikki hetta, sigur Elsa Birgitta Petersen, ið heldur, at mangir av lærarunum eru farnir at eldast, , og tað má sigast teimum til heiðurs, at teir royna at fáa sær eftirútbugving, men sum er, fáa teir oftast bert eitt skeið árliga, um teir so hava hug at koma við til fleiri.