Lærarar gerast master

Læraraútbúgvingin skal vera ein fimm ára master útbúgving. Tað heldur Føroya Lærarafelag, og politisku flokkarnir taka undir við hesum Á heimasíðu sínari hevur Føroya Lærarafelag spurt politisku flokkarnar nakrar spurningar, um skúlan og skúlamál. Ein av niðurstøðunum er, at allir flokkar eru samdir um við Lærarafelagnum um, at læraraútgbúgvingin skal vera ein fimm ára master útbúgving.

Fólkaflokkurin er tó eitt sindur varin í sínum svari, men allir hinir taka undir við Lærarafelagnum. Sjálvstýrisflokkurin tekur eisini ávís atlit, men Lærarafelagið staðfestir tó, at tá hvørki hann ella Fólkaflokkurin er beinleiðis ímóti hesum, so verður læraraútbúgvin ein fimm ára master.

? Annars er als einki trúvirði í politisku skipanini, slær Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag fast.