Yrkisfelag Studenta- og HF lærarar finst í dag hvassliga at Mentamálaráðnum, um gongdina í málinum um at endurskoða miðnámsútbúgvingarnar í landinum. Felagið sigur, at tey onga kunning hava fingið í málinum. Mentamálaráðið hevur leingi arbeitt við at endurskoðað miðnámsútbúgvingarnar í Føroyum, og hetta arbeiðið er komið so mikið langt nú, at tað skjótt verður lagt fyri Løgtingi.
Gongdin í málinum hevur als ikki verið nøktandi, sambært Yrkisfelag Studenta- og HF lærara.
-Vit hava í fleiri mánaðir roynt, at fingið kunning frá Mentamálaráðnum um hetta málið, men tað hevur ongantíð eydnast okkum, sigur Andrias Sølvará, formaður í Yrkisfelag Studenta- og HF lærara, sum stendur spyrjandi, nú Mentamálaráðið ikki hevur kunnað yrkisfelagið um gongdina.
Felagið hevði fyri stuttum aðalfund, og tá bleiv heitt á nevndina, um at senda eitt opið bræv til Mentamálaráðið, við tí vón, at kunning umsíðir kann fáast í málinum.
-Limirnir hjá okkum eru ørkymlaðir um, at einki hevur verið at frætta frá Mentamálaráðnum, nú uppskotið nærum er liðug. Hetta kemur at ávirka okkara limir ógvuliga nógv, eisini tí tað er væntandi, at uppsagnir og annað verða fylgjurnar av broytingunum í miðnámsskúlunum, sigur Andrias Sølvará.