Lærarafelagið ræður lærarum frá, at átaka sær ábyrgdina av at útflýggja heilivág til næmingar, hóast fleiri teirra hava tørv á tí.
Fleiri lærarar eru komnir í eina heldur óvanliga støðu, at teir undirvísa næmingum sum onkursvegna bera eina sjúku, ið krevur at teir fáa heilivág í skúlatíð.
Felagið hjá lærarum hevur tí tikið henda spurningin upp, nú spurningur er settur við, hvør eigur ábyrgdina av at næmingurin fær henda heilivágin. Eitt av hesum støðum, har hetta er aktuelt er í Runavík, har fleiri børn skulu hava heilivág ávísa klokkutíð.
Avbjóðingin ella spurningurin er, at teir nærum kenna seg noyddar at ganga við heilivágspakkum og leita eftir børnum, sum skulu hava tablettir.
- Hetta er ein lítil eykauppgáva, sum fyllir nógv afturat øllum hinum uppgávunum, verður sagt.
Lærarar ynskja tí leiðreglur fyri, hvør eigur uppgávuna at skipa so fyri, at næmingurin fær heilivágin, og ikki minst, hvør eigur uppgávuna, um viðkomandi lærari er sjúkur, ella um uppgávan ikki verður røkt nøktandi. Kann lærarin ábyrgdast fyri tað?
Poul Nolsøe, løgfrøðingur hjá Føroya Lærarafelag svarar spurninginum á heimasíðuni hjá felagnum og vísir á, at tað finnast ikki fastar leiðreglur fyri hesum.
- Nevndin hevur viðgjørt spurningin, og er komin til ta niðurstøðu, at felagið ræður lærarum frá, at átaka sær ábyrgdina av at útflýggja heilivág til næmingar. Útflýggjan av heilivági er ikki partur av vanligu arbeiðuppgávuni og kann ikki áleggjast lærarum við tænastuboði.
- Um lærari átekur sær uppgávuna, fylgir ábyrgdin við av sær sjálvum. Hetta merkir, at lærari kann koma at standa til svars fyri skeivt givnum heilivági ella bert fyri at hava gloymt heilivágin. Felagið ræður tí heldur til at gera skrivligar avtalur millum skúla og foreldur, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum.
(savnsmynd)