Læraralesandi royndarkoyra fjarlestur

Fróðskaparsetur Føroya
------
Mikudagin 5. februar skulu tey, sum ganga fyrsta árið á læraraútbúgvingini, sum vanligt møta til undirvísing. Tey flestu møta á Frælsinum í Havn – men hendan dagin fer eisini at bera til at møta til undirvísing í Runavík, í Skálavík, í Klaksvík og í Vági. Tá byrjar ein fýra mán­aða long royndartíð, har Setrið samstarvar við lokalar partnarar um at roynd­arkoyra videoútgerð, sum er serliga vælegnað til at samskifta við um netið. Til dømis at undirvísa ígjøg­num.

Videofundir
Tað er fyritøkan Sp/f Video­fundir, sum hevur boð­ið útvaldum stovnum og fyritøkum at royna út­gerðina í eitt tíðarskeið, og síðani at leiga ella keypa hana. Útgerðin er løtt at nýta, og so strembar hon eftir at vera eitt tól til tví­vegis samskifti. Fyri tey læraralesandi vil tað siga, at tey kunnu ikki bara fylgja undirvísingini – tey kunnu vera ein partur av flokkinum og viðmerkja og spyrja, eins og sótu tey í auluni í Havn. Bæði mynd og ljóð eru sera góð.
Útgerðin er í stuttum ein skíggi, ein fjarstýring, og so ein mikrofon og eitt myndatól, ella fleiri, um tørvur er á tí.

Onnur sleppa eisini undan ferðing
Fjarlestur er ein táttur, sum fer at verða royndur hesar kom­andi fýra mánaðirnar, men luttakandi partarnir ætla at royna so nógv virk­semi sum gjørligt - til dømis bjóða privatum at halda fundir umvegis video­útgerðina og vita, um tað ber til at avgreiða ørindi hjá almennum stovnum á hendan hátt, heldur enn at antin starvsfólk ella borg­arar skulu út at ferðast.

Tey luttakandi eru:
• Sp/f Videofundir
• Fróðskaparsetur Føroya
• Bókasavnið við Løkin í Runavík
• Vakstrarætlanin Sandoy
• Vágs kommuna
• Reklamuvirkið Grafia

Miðlarnir eru vælkomnir at vera við fyrsta tíman mikudagin 5. februar, tá royndarkoyringin byrjar. Undirvísingin byrjar klokk­an 09.00. Miðlarnir velja sjálvir, hvar í landinum fylgt verður við! Eisini eru miðlarnir vælkomir at venda aftur til hesa roynd­arkoyringina seinni, at vita, hvussu gongur. Tey lesandi fara í praktikk hálvan februar, so tá er hóskandi at gera fyrstu eftirmetingina.