Lærarafelagið heldur, at Mentamálaráðið leggur upp til, at skúlaleiðslur bróta fólkaskúlalógina - millum annað tá lærari skal lesa fyrisøgn fyri fleiri enn 24 næmingum Nevndin í Føroya Lærarafelag átalar nú, at skúlar eru farnir at leggja flokkar saman í størri bólkar, nú pengar skulu sparast á skúlunum
Lærarafelagið vísir á fólkaskúlalógina, sum sigur, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum.
- Nevndin metir tað vera brot á hesa grein, tá næmingatalið í einum flokki fer upp um 24 næmingar. Nevndin metir, at henda grein eisini er galdandi, tá lærari fær tímaætlan við skúlaársbyrjan, har hann í summum tímum skal hava fleiri enn 24 næmingar. Líkamikið um tað snýr seg um at lesa eina fyrisøgn fyri 2 ella 3 flokkum. Vanlig undirvísing er tann, sum er løgd í tímaætlanina, sigur Lærarafelagið.
Felagið átalar eisini Mentamálaráðið fyri at leggja upp til lógarbrot.
- Nevndin vil eisini átala, at skúlaleiðslur frá Mentamálaráðnum fáa vegleiðingar, sum eftir okkara tykki leggja upp til at fremja brot á fólkaskúlalógina og øll góð námsfrøðilig prinsipp. Nevndin átalar somuleiðis, at tílíkar vegleiðingar verða sendar út, uttan at Føroya Lærarafelag fær høvi til gera viðmerkingar til tær, sigur Lærarafelagið.
- Nevndin í Føroya Lærarafelag vil eisini heita á skúlamyndugleikarnar at kalla ein spaka fyri ein spaka og ikki balla sparitiltøk inn í vánaligt námsfrøðiligt gávupappír.