Lærarafelagið skrivar undir semingsuppskotið seinnapartin

Seinnapartin í dag fer Lærarafelagið at at skriva undir semingsuppskotið í sáttmálatrætuni við Fíggjarmálaráðið.

Í gjár gjørdi Pedagogfelagið av at vraka semingsuppskotið og fór í verkfall í morgun.

Sostatt hava tvey av teimum fýra fakfeløgunum í almenna fakfelagssamstarvinum tikið støðu til semingsuppskotið.

- Vit hava samráðst í sjey mánaðir og einaferð skal ein støða takast, staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.

Og vit hava gjørt av at góðtaka semingsuppskotið, hóast talan ikki er um eina góða semju.

Hann sigur, at Lærarafelagið fer at skjóta upp fyri Fíggjarmálaráðnum, at onkrar smávegis broytingar.

- Men talan er ikki um nakrar avgjørdar treytir, tí vit hava gjørt av at góðtaka semingsuppskotið.

Herálvur Jacobsen sigur, at Lærarafelagið hevur tosað við álitisfólkini og har varð eisini greitt, at limirnir taka ikki undir við, at Lærarafelagið fer í verkfall í hesum føri.

Hann staðfestir eisini, at í hesum føri góðtekur Lærarafelagið ymsir lønarbólkar fáa ymsa lønarhækking.

Men hann sigur, at munurin er lítil, tí hægsti lønarhækkingin til teir hægst løntu lærararnar eru 3,50 krónur minni í lænarhækking um mánaðing enn teir, sum fáa mest í lønarhækking.

- Teir lægstløntu lærararnir fáa 220 krónur í lænarhækking um mánaðin og hinir fáa 216,50 krónur.

Samstundis fær tann hægstløntu stjórin eina lønarhækking upp á 80 krónur um mánaðin.

- Tilsamans er munurin á mánarligu lønarhækkingini 120 krónur.

- Vit hava nú samráðst í sjey mánaðir og vit meta rætt og slætt ikki, at tað ber til at fáa meiri burtur úr á hesum sinni, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

- Vit halda ikki, at tað er stríðið vert at fara í verkfall fyri slíkt, leggur hann afturat