Læra um Føroyar á donskum

Nú kunnu føroyskir skúlanæmingar læra søgu og samtíð í øllum hinum Norðurlondunu upp á ein lættan og skjótan máta. Í gjár fekk nýggjur undirvísingar- og vitanarportalur flog, sum ger tað lætt at finna nýggja vitan

Webportalur

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Shamanir í Samalandi. Ræðuligar avrættingar í Svøríki. Jøklar í Noregi. Stórveldisdreymar í Danmark. Eksotiskur matur í Grønlandi. 6500 oyggjar í Álandi. Gosfjøll í Íslandi og oljuleiting í Føroyum.

Nú kunnu skúlaungdómar og áhugað annars leita sær vitan um søgu, gerandislív og mentan í øllum Norðurlondunum á einum stað.

Danmarks Radio og Nordisk Ministerråd hava sett á stovn nýggjan netportal, kallaður »Norden før og nu«, og hesin varð í gjár vístur fram á fyrsta sinni.

Inni á portalinum eru sjónvarpsstubbar, stuttligir stuttfilmar, smærri greinar, fakta og sagnir um Norðurlond. Hann er lagdur til rættis fyrst og fremst fyri 10 til 14 ára gomul, og er bygdur soleiðis at hann er væl egnaður til undirvísingarnýtslu.

Kringvørpini í teimum stóru Norðurlondunum og teimum sjálvstýrandi økjunum hava framleitt tilfar til portalin, og hann verður nú á várinum og í summar vístur fram fyri fyrstu ferð í øllum norðurlondunum.


Manglar føroyskt tilfar

Inni á portalinum liggur longu nógv tilfar um hini Norðurlondini, og hava føroyskir ungdómar møguleika at hoyra hini norðurlendsku málini og síggja filmsbrot og myndir av lívinum hjá ungdómum í hinum Norðurlondunum.

Kringvarp Føroya er partur av samstarvinum um portalin, og hevur framleitt nakað av tilfari, ið longu liggur á portalinum, eitt nú stuttfilmar um Pál Joensen og Mariann Ivansdóttir, ið bæði liva sínar dreymar út.

Hinvegin manglar enn nógv tilfar um Føroyar, og er tað meiningin at føroyskir ungdómar skulu hava virknan leiklut í at leggja hetta tilfarið út. Hugskotið er eitt nú at tey kunnu upploada myndir og greiða frá teirra gerandisdegi.

Endamálið er so at ungdómar í hinum Norðurlondunum á henda hátt kunnu fáa sær hollari vitan um Føroyar, okkara søgu, mentan og gerandislív.


Ikki á føroyskum

Tað er Danmarks Radio, ið umsitur portalin, og liggur hann eisini undir heimasíðuni hjá Danmarks Radio, har teir hava eitt serligt øki fyri undirvísingartilfar.

Seinastu mánaðirnar hava fólk hjá danska kringvarpinum sitið og umsett tilfarið, ið liggur á portalinum, til tey ymisku norðurlendsku málini.

Tó eru tað bert tey fimm stóru norðurlendsku málini, ið sleppa upp í part, nevniliga íslendskt, svenskt, norskt, finskt og danskt. Og sambært Katrine Holst Andersen frá Danmarks Radio, fyriliggja ongar ætlanir um at umseta tilfarið til eitt nú føroyskt.

Sostatt verður tað á donskum ella øðrum norðurlendskum máli, at føroyskir ungdómar nema sær vitan um grannatjóðir okkara.