Um stutta tíð fer at bera til at ganga til gestalt psykoterapi Í USA hevur tað verið vanligt í fleiri ár, og nú er hetta eisini vorðin ein viðurkendur viðgerðarháttur í Europa og Skandinavia.
Seks føroyskar kvinnur, Ása Krossteig, Ovhild í Króki, Marry Hjelm, Jóngerð Biskopstø, Róa Midjord og Jastrid Mc Gavin Haldansen útbúgva seg til gestalt-psykoterapeutar. Tær taka eina fýra ára langa útbúgving til psykoterapeut og virkisráðgeving.
Tær bjóða fram terapi, bæði fyri einstaklingar, bólkar og fyritøkur. Av tí at tær enn eru í útbúgving, verður øll terapi í samráð við skúlan.
Í gestalt psykoterapi lærir tú at taka ábyrgd av egnum lívi, og er hetta ein terapiháttur, íð tekur støðið í nú-inum.
Tær fara í næstum at hava kunningarfundir ymsastaðni í landinum og byrja í Norðoyggjum.
Í Spaniastovu í Leikalund í Klaksvík mikukvøldið 19. jan. kl. 19.00, á Seglloftinum á Tvøroyri leygardagin 22.jan. kl. 14.00 og í Tórsgøtu 17 í Havn mikukvøldið 26. jan. kl 19.00.