Læra børn at síggja list

Listasavnið spílar seg nú út í arbeiðnum at miðla list. Ein av týdningarmiklu málbólkunum, eru børnini, og fyri at náa teimum, at skapa áhuga fyri list millum børn, er listfrøðingurin, Ingeborg Bugge, farin í holt við eina listbarnabók, sum í næstum verður á gøtuni

Fyri at áhugin hjá børnum og ungum fyri list skal nørast, er týdningarmikið at møta teimum har tey eru. Innan list er smáligt við tilfari til børn og ung, og hetta hevur Listasavn Føroya sett sær fyri at bøta um. Tískil er setti listfrøðingurin á Listasavni Føroya, Ingeborg Bugge á veg við spildurnýggjari bók til børn um list.

- Ætlanin er at gera tey forvitin, at læra tey at hyggja eftir list og geva teimum eina positiva uppliving av at hyggja eftir list. Tilfarið er á einum støði, sum skal gera tað fangandi fyri tey. Myndirnar eru einfaldar, við løttum spurningum afturvið, greiðir Ingeborg Bugge frá.

Saman við Lydiu Didriksen hevur hon lagt bókina til rættis, og er tað Listasavn Føroya, ið stendur fyri útgávuni. Hon eigur sjálv børn, og kennir alt til negativu fatanina hjá børnum av at koma til eina framsýning.

- Mann kann ikki renna, ikki rópa, ikki peika, ikki eta og ikki nerta við nakað. Fyri eitt barn er tað ein hátíðarligheit yvir tí at koma til eina listaframsýning. Við hesi bókini kann barnið sita í sofuni saman við einum vaksnum fólki og gjøgnumganga myndirnar.

Talan er ikki um eina lærubók, men meir at kalla ein upplivingarbók. Ein bók, sum skal geva børnum hug at tosa um list. Bókin er bæði estetisk og listarliga uppbygd, hon er prentað á gott pappír, og fer hon vónandi at vekja áhugan hjá børnum fyri list. At gera tey spent uppá at koma í Listasavnið at síggja veruliga verkið.


Listasavnið fremmant

Bókin, sum vendir sær til børn í aldrinum 7-11 ár, er bert ein av fleiri útgávum. Eftir ætlan koma fleiri útgávur seinni, ið eru ætlaðar størri børnum. Hetta verður gjørt, tí tørvurin er so stórur á tilfari til børn og ung um list. At koma í Listasavnið er fremmant fyri ein stóran part av børnum og ungum.

- Tað er í veruleikanum løgið, tá vit liva einum tílíkum visuellum samfelagið. Við hesi bókini vóna vit at børn og ung verða kunnað um og læra at kenna listina, og at handfaringarangistið hvørvur.

Í bókini eru 18 myndir til níggju evni, og eru tær blandaðar í stíli. Fleiri av myndunum eru naturalistiskar og einfaldar hjá børnunum at eygleiða og at svara spurningum til, meðan aðrar eru meir abstraktar í stíli. Tilfarið er valt út frá um nakað er at tosa við børnini um. Aftast í bókini eru síður settar av til at klistra postkort í, sum tey kunnu savna.

Bókin hevur fingið heitið Myndir í myndum, og kemur út á føroyskum og donskum um somu tíð. Og hóast bókin ikki beinleiðis vendir sær til skúlabrúk, egnar hon seg væl til frálæru í list. Arbeiðið við bókini hevur verið drúgt, og tað hevur verið neyðugt at skrivað og umskrivað tilfarið til tað er á endaliga støðinum. Nú eru bert nakrir snøklar eftir, og væntandi verður bókin á gøtuni í komandi mánaði.