Tey, sum í øllum førum hava áhuga í hesum evni er Hundaeigarafelag Føroya. Felagið er nú so smátt farið í gongd við virksemið sítt.
Í hesum sambandi koma høvuðsinstruktørarnir, Anette og Erling Olsen frá Dansk Kennel Klub higar at skipa fyri skeiði í venjing av hundi. Hetta skeiðið er ætlað fólki, ið ynskja at læra at handfara og venja hundar.
Sagt verður, at um onkur hevur hug at gerast hundavenjari og limur í føroyska hundafelagnum HUFF/DKK, so er hetta skeiðið júst fyri tey.
Skeiðið verður hildið á Argja skúla nú um páskahátíðina, tvs. í døgunum 13. til 16. apríl.