Síðst í 2017 varð eitt stutt sjónband av einum reyðum knappi við orðunum »Pyt« á og eini harrarødd, sum sigur »pyt med det« og »træk vejret dybt« lutað á Facebook síðuni hjá danska miðlinum Samvirke. Sjónbrotið fekk fleiri enn 39.000 viðmerkingar og varð víst meir enn eina millión ferðir.
Orsøkin til, at reyði knappurin við røddini, sum biður okkum minnast til at ikki taka tingini so nær, er so dragandi er, at hann minnir okkum um tað, sum vit lærdu sum børn, sigur sálarfrøðingurin Marie Aagaard Larsen við Samvirke
Sama ger er barnalærdómur
Sum barn rendi ein seg ofta í støður, har alt ikki altíð gekk eftir vild. Tað kundi vera, at vit blivu útihýst úr spæli, ikki fingu tað vit ynsktu, ella yndisdukkan misti ein arm og ikki stóð til at bjarga. Tað kundi vera hart, og vit vildu gjarna finna eina loysn, ella vit vildu, at tey vaksnu funnu eina loysn. Tá bleiv ofta sagt, at tað gert ikki við ella sama ger. Tað, sum vit lærdu har var, at lívið ikki altíð gongur soleiðis, sum vit vilja hava tað, sigur Sigbritt við Neyst, sum hevur lisið námsfrøði, gestaltterapeuti og útviklingspsykologi.
Sigbritt við Neyst heldur eisini, at samfelagið broytist alla tíðina, og við hesi broytingini eru støðurnar har vit siga sama ger eisini broyttar.
– Tað nógv broytt nær og hvussu vit nýta sama ger. Í dag hava vit nógv feiri loysnir uppá nógv, sum vit fyrr máttu sleppa. Hetta er millum annað komið av fíggjarligari framgongd og broyttari lívsáskoðan, sigur hon.
– Í dag hevði ein námsfrøðingur helst skjótt komið til hjálpar, um eitt barn varð útihýst. Og dukkan við brotna arminum kundi hjá nógvum skjótt verði skift út við einari nýggjari. Hinvegin er tað uttan iva nógv annað, sum børn í dag skulu venja seg við, leggur hon afturat.
Sigbritt við Neyst greiðir frá, at tað at duga at siga sama ger kann ikki í sær sjálvum lýsast sum ein góður ella ringur eginleiki. Tað kann vera bæði ein styrki og ein veikleiki, alt eftir hvørjari støðu ein er í. Velja vit ov ofta at onki leggja í støðurnar, sum vit eru í, so kann vera tekin um lágt sjálvsvirði ella at vit ikki taka ábyrd av egnum lívi.
–Veruleikin er, at vit av sonnum bæði hava tamarhald á okkara lívi, samstundis sum vit als ikki hava tað. Victor Frankl vildi sagt, at vit einki tamarhald hava á lívinum, men vit hava tamarhald á, hvussu vit vilja fyrihalda okkum til tað, sum vísir seg í okkara lívi, sigur hon.
–Pína kemur ofta av, at vit vilja hava tamarhald, sum vit ikki hava. Duga vit tá at sleppa tamarhaldinum og fylja við lívinum ístaðin fyri ímóti lívinum minkar pínan, leggur hon afturat