Køkurnar hjá Signe Skaaning eru seinastu tíðina vorðnar væl kendar kring landið, og køkurnar, sum mest av øllum líkjast list, eru nógv umbidnar.
Ummælari hjá matheimasíðuni grams.fo skrivaði soleiðis um Leynakøkurnar hjá Signe Skanning fyrr í ár:
-Hon hevur gjørt tað aftur. Leynakonan við køkunum. Eina so flotta køku, at vit spyrja okkum sjálvi, um hon ikki skuldi skift lívsleið frá at vera heimagangandi fleirbarnamamma í Leynum, til at vera stjørnubakari í Las Vegas. Tí køkurnar eru ikki minni enn í heimsklassa bæði í mun til smakk og snið.
Nú bjóða Signe Skaaning og Lív Sørensen til eitt skeið í køkuprýðing í skúlanum við Løkin í samband við Mentanarvikuna. Tiltakið verður fríggjakvøldið 28. oktobur frá 18 20.
Sambært heimasíðuni kunning.fo er møguleikarnir hesir:
Møguligt er at velja ímillum:
Lítil pakki + skeið (950,-):
Rullupinnur 20 cm
Fondant 1,125 kg
2 stk. pastafarvur
1 stk. útstikkarasett
Stórur pakki + skeið (1.450,-):
Rullupinnur 20 cm
Fondant 1,125 kg
4 stk. pastafarvur
2 stk. útstikkarasett
Bókstava útstikkari
Pink glimmur (kann etast)
Tilmelding á kokupryding@gmail.com, og seinasta freist at tekna seg er 10. Oktober.