At fáa bjór og sodavantn beinleiðis úr tangunum á Føroya Bjór, inn í hvønn køk í landinum, hevur altíð verið dreymurin hjá Føroya Bjór. Hetta gerst nú, partvís, veruleiki.
Tá fólk flyta inn í nýggju íbúðirnar á Biskupstorgi í Klaksvík er møguleiki hjá eigarunum at fáa ein krana við øli ella sodavatni, ið kemur beinleiðis frá bryggjarínum hjá Føroya Bjór. Biskupstorg liggur bara nakrar fáar metrar frá bryggjarínum. Ikki kann sigast annað enn, at hetta er ein slóðbrótandi verkætlan. Føroya Bjór hevur saman við sínum samstarvsfeløgum sprongt øll møgulig teknisk mørk, nevniliga at leggja øl og sodavatnskaðal frá Føroya Bjór beinleiðis í køkin hjá teimum, ið keypa sær íbúð á Biskupstorg.
Hetta er fyrsta verkætlan av sínum slag í heiminum, har fólk kunnu – hvønn dag – fáa frískt bjór ella sodavatn úr tangunum hjá Føroya Bjór.
– Hetta nakað øll bryggjarí í heiminum droyma um, nevniliga, at fáa eitt unikt samband við kundan, sigur ein errin Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.
– Hetta hevur altíð verið ein dreymur hjá mær, eg havi eg búsett meg ov langt frá bryggjaríinum, til at hetta kann lata seg gera, men tá vit hoyrdu verkætlanina var bara at fara í gongd. Vit høvdu samráðingar og eftirspurningurin var øgiligur. Vit hava útbygt konseptið eitt sindur, soleiðis at tey, ið ikki drekka øl kunnu, fáa kaðal við Jolly og Sisu í køkin. Dagurin í dag er ein sermerktur dagur í søguni hjá Føroya Bjór og sáttmálin verður undirskrivaður í dag 1. apríl, sigur Einar Waag, tá vit hittu hann í telefonini í morgun.