Í granskingini endurtekur advokaturin fleiri ferðir, at grunnurin ikki sæst hava fingið loyvi frá grunnamyndugleikanum til at taka avgerð um at veita lánini.
Tey størstu av hesum eru:
• 26. mai 2008 hevur grunnurin veitt lán upp á 100 mió EUR til tveir íslendskar kundar í sambandi við teirra keyp av partabrøvum í Kaupthing Banka.
• 9. desember 2006 hevur grunnurin veitt lán upp á 40 mió kr. til P/F Thor.
• 4. juli 2007 hevur grunnurin veitt lán upp á 27 mió kr. til Vagn Andersen við fleiri, og at veita ábyrgd mótvegis BRF-kredit á 97 mió kr.
• 20. juni 2008 hevur grunnurin veitt lán upp á 25 mió kr. til P/F Notio, sum skuldi seta partapening í Føroya Fiskavirking.
• 3. september 2008 hevur grunnurin veitt lán upp á 10 mió EUR til FDI Invest
• 18. november 2008 hevur grunnurin keypt lán upp á íalt 55 mió kr. frá Eik Banka. Lánini vóru latin til Kista og Exista.
Granskingin er ikki gjørd liðug, tí fíggingin til hetta ikki er játtað. Grannskingin hevur tí ikki staðfest, um lánveitingarnar hava verið orsøk til tap hjá grunninum.
-mørk











