Línuskipini smáligan fiskiskap

Mánadagin og týsdagin landaðu tríggir trolbátar í Klaksvík

Fiskivinna

 

Tríggir trolbátar landaðu í Klaksvík mánadagin og týsdagin.

Varðin og Gorm høvdu umleið 22.500 pund í part mánadagin, og týsdagin høvdu Fiskaklettur stívliga 13.000 pund.

Ågot, sum í løtuni er á garnaveiði, hevur boðað frá landing í vikuni. Teir hava verið ein túr við gørnum og høvdu góð 20.000 pund av svartkalva.

Umframt línuloyvi hevur Ågot eisini garnaloyvi, og tað tekur ikki langa tíð hjá teimum at leggja um. Hetta er tó fyrstu ferð í eini fýra ár, at lagt verður um frá línu til svartkalvagørn.

Fiskiskapurin hjá línuskipunum hevur verið misjavnur seinastu tíðina, men sum heild hevur vignast illa.

Hetta er eisini orsøkin til, at teir, sum eiga Ågot, hava gjørt av at fara við gørnum.

Línuskipið Helena er eisini farin at royna aðrar leiðir, nú fiskiskapurin undir Føroyum hevur verið so slakur. Seinasta hósdag fóru teir suður til Rock All at royna.

Kvikk, Klakkur og Jákup B eru allir undir Føroyum við línu, og teir hava boðað frá landing mánadagin komandi.