Línuskipini røra upp á seg

Línuskipini, sum hava ligið í eina tíð, eru nú so smátt byrjað at fara útaftur, men ivasamt er, um nakað línuskip kemur inn at landa í næstu vku.

- Nú eru línuskipini byrjaði at røra upp á seg aftur. Eitt ísfiskaskip er farið til Íslands, eitt frystiskip er farið til Eysturgrønlands, eitt ísfiskaskip er farið á Íslandsryggin, og so eru tvey línuskip á landgrunninum.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

- Línuskipini fáa eina blanding av toski, longu, brosmu, svartkalva, og so fáa tey helst eisini nakað av hýsu. Tað er tó ivasamt, um nakað línuskip kemur inn at landa í næstu viku, tí øll eru nýliga byrjaði túr. Helst fer okkurt annað línuskip út í næstum. 

 

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður harður, men veðurútlitini eru hampilig. So, kanska verður nakað av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er einki serligur.