Línuskipini loysa um vikuskifti

- Bert eitt línuskip er farið til fiskiskap, men væntandi fara hini línuskipini út aftur í vikuskiftinum. Tí vænta vit ikki, at nakað línuskip kemur inn at landa í næstu viku.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í síni meting um línuskipini fyri næstu viku.

Lagt verður aftrat, at streymurin er avtakandi, og veðrið sær út til at gerast hampiligt. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri í vikuni sum kemur.

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er eystanfyri og fiskar svartkalva, meðan restin fiskar upsa.

- Væntandi koma allir, sum fiska upsa, inn at landa mánadagin, meðan tann, sum fiskar svartkalva, neyvan kemur inn í næstu viku.

Fiskamarknaður Føroya sigur um partrolararnar, at allir eru eystan fyri og fiska upsa.

- Fiskiskapurin er brúkiligur, og partrolararnir koma inn, sum næsta vika gongur.

Teir smærru trolbátarnir eru nýliga farnir útaftur. Teir fiska tosk og havtasku og koma helst inn at landa seinast í næstu viku.

So eru tað bara garnaskipini eftir, og her sigur Fiskamarknaður Føroya, at trý skip fiska havtasku og koma inn at landa miðskeiðis í vikuni, sum kemur.