Sosialurin var fram við á Fiskamarknaði Føroya í morgun, har tríggir línubátar landa í dag.
Veðrið hevur verið heldur vánaligt og óstøðugt seinastu dagarnar, og fiskiskapurin hjá línubátunum hevur heldur ikki vignast nakað serligt.
Smáar nøgdir
Thomas Nygaard, sum hendan túrin hevur verið á Føroyabanka, hevði eini 20.000 pund, harav umleið 11.000 pund var hýsa og stívliga 6.000 pund toskur.
Sum skilst, hevur Thomas Nygaard gjørt ein stuttan túr, men fiskiskapurin hevur heldur ikki verið nakað serligur.
Línubáturin, Gullberg, sum er fyrrverandi Sæborg, hevði 30.000 pund. Teir hava roynt eystanfyri, og meginparturin av veiðini er hýsa.
Jógvan Norði er eisini komin aftur av túri. Teir hava eini 28.000 pund inni, harav 22.000 pund er hýsa.
Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya sigur, at fiskurin hjá línubátunum skuldi seljast um telefonina fyrrapartin í dag.
9 útróðrarbátar
Aftrat Thomasi Nygaard, Gullbergi og Jógvani Norði, eru einir níggju útróðrarbátar eisini á marknaðinum í dag.
- Meginparturin av fiskinum verður seldur um telefonina, og eitt sløð verður eisini selt á gólvinum, sigur Høgni Hansen