- Fleiri línuskip koma inn at landa hesa vikuna, og tað verður serliga siðst í vikuni, at skipini koma inn.
Á Fiskamarknaði Føroya rokna tey við tveimum línuskipum í dag, serliga við toski, hýsu og longu.
- Seinni í vikuni kemur so restin av línuflotanum. Skipini hava eina blanding av brosmu, longu, toski og hýsu.
Sambært metingum hjá Fiskamarknaði Føroya fara línuskipini ikki útaftur í ár.
Roknað verður ikki við tí nógva útróðrinum hesa vikuna, tí streymurin verður harður. Hinvegin sær veðrið út til at gerast hampiligt.
- Vit vóna, at nakað verður av útróðri, og talan verður serliga um tosk og hýsu.
Seks djúpvatnstrolarar eru til vanligan fiskiskap. Flestu fiska upsa, men fiskiskapurin er vánaligur. Skipini koma helst inn at landa síðst í hesi vikuni.
Fýra aðrir trolarar eru úti, men teir frysta veiðina umborð.
Eins og hjá djúpvatnstrolarunum, er upsaveiðan hjá partrolarunum eisini smálig. Skipini koma út, sum vikan gongur.
Ein trolbátur kemur inn at landa í dag, og aðrir koma seinni í vikuni.










