- Eitt línuskip er norðan fyri og fær mest av hýsu. Skipið kemur inn at landa mánadagin. Eitt er eystan fyri og fiskar longu og brosmu og kemur inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at fýra línuskip eru á Rygginum, og tvey eru á Byrenbanka. Hesi skipini fáa eina blanding av toski og svartkalva og so nakað av blálongu og lira.
- Vit vænta bara tvey av hesum skipum inn at landa í næstu viku.
Aftrat nevndu línuskipum, er eitt frystilínuskip undir Íslandi, og trý frystilínuskip fiska í grønlendskum sjógvi. Okkurt línuskip, sum liggur, fer væntandi út um vikuskiftið.
- Streymurin verður góður í næstu viku, men veðrið verður umskiftandi. Tí vænta vit ikki nógvan útróður. Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er framvegis vánaligur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag, nú tey hava hugt eftir, hvar línuskipini eru, og hvat roknast kann við av útróðri teir næstu dagarnar.