Línuskipari stýrir Eiðis kommunu

- Vit hava eitt gott havnalag. Rammurnar eru í lagi, og vit vóna, at tíðin fer at koma, tá meiri lív kemur í aftur. Hetta er einasta fiskivinnuhavn norðanfyri Streymin, sigur Rólant Poulsen, borgarstjóri í Eiðis kommunu

EIÐI

Rólant Poulsen, sum í gjøgnum mong ár sigldi sum línuskipari, hevur sitið í Eiðis bygdaráð í tilsamans 10 ár og hevur verið borgarstjóri í kommununi síðan seinasta kommunuval fyri tveimum árum síðan.
Sjey bygdaráðslimir eru í Eiðis kommunu, sum umframt Eiði eisini fevnir um Ljósá og Svínáir.
- Tá eg gjørdist borgarstjóri, vóru vit 696 fólk í kommununi. Við árslok í fjør vóru vit 666, men nú eru vit aftur uppi á umleið 675.
Borgarstjórin sigur, at við Ljósá búgva eini 15-20 fólk, meðan nøkur fleiri búgva við Svínáir.
- Hini stívliga 600 búgva so her á Eiði, leggur hann aftrat.

Gott grundarlag
Rólant Poulsen hevur áður sagt, at fyrr hevði Eiði nógv skip, men onga havn.
- Nú havn vit havn, men eingi skip, legði hann aftrat.
Borgarstjórin vísir á, at tað var tann tíð, tá nógv skip vóru heimahoyrandi á Eiði, men nú er bara Fugltúgvan eftir, sum er skrásett í bygdini.
- Vit hava eitt gott havnalag. Rammurnar eru í lagi, og vit vóna, at tíðin fer at koma, tá meiri lív kemur í aftur. Hetta er einasta fiskivinnuhavn norðanfyri Streymin.
Rólant Poulsen sigur, at miðskeiðis í áttatiárunum vóru fleiri størri línuskip heimahoyrandi á Eiði, eitt nú Thomas Nygaard, Morgunstjørnan, Morgunroðin, Vaðhorn og Fugltúgvan.
- Størri útróðrarbátar vóru eitt nú Norðsøki, Núgvunes og Frida, leggur hann aftrat.
Tað er framvegis felagið Torvanes, sum eigur Fugltúgvuna, men eigarar av felagnum í dag eru í fyrsta lagi Jóhan Páll Joensen og Jóhan David Joensen, sum eisini eru menninir aftanfyri Norðís Seafood.
- Nú leggja nøkur smærri útróðrarfør fiskin upp á
Eiði. Teir, sum eiga bátarnar Gunnvá, Gortrúgvan og Líggjas, hava verið óførir, men vit hava eisini menn av Eiði og úr øðrum bygdum, sum rógva út hiðani og avreiða á Eiði, sigur hann.

Skipari í 32 ár
59 ára gamli Rólant Poulsen hevur sjálvur verið til skips, síðan hann var 14 ára gamal.
- Árið í ár er hitt fyrsta, har eg ongan túr havi verið.
Í tíðini á sjónum hevur hann í tilsamans 32 ár verið línuskipari.
- Eg førdi Morgunstjørnuna gjøgnum øll áttatiárini og aftur árini 1992-2004. Í sjeytiárunum var eg eisini leingi við Thomasi Nygaard, sum stýrimaður og viðhvørt sum avloysari sum skipari, sigur Rólant Poulsen.