Línuskip á ymiskum leiðum

Føroysk línuskip fiska í løtuni í Grønlandi, Íslandi, á Íslandsrygginum og á djúpum vatni undir Føroyum.

- Tvey føroysk frystilínuskip fiska í Eysturgrønlandi, og tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum. 

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at tvey føroysk línuskip eisini fiska í íslendskum sjógvi, men tey koma neyvan inn at landa hesa vikuna.

 

Tvey línuskip eru á Íslandsrygginum, og væntandi koma tey inn at landa siðst í hesi vikuni. Skipini á Íslandsrygginum fáa mest av toski og svartkalva og nakað av lira og blálongu.

 

- Tvey línuskip royna eisini á djúpum vatni undir Føroyum. Tey fáa mest av longu og brosmu og eitt sløð av toski. Hesi skipini koma væntandi inn at landa í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at streymurin verður einki serligur til útróður, men veðurútlitini eru rímiliga góð. 

 

- Vit vænta tískil ikki at síggja tann nógva útróðurin hesa vikuna, verður lagt aftrat.