Línuskip havt nøkur vánalig ár

Tað hevur ikki gingið væl hjá línuskipum seinastu árini.

- Vegna minking í veiðinøgd og miðalprísi seinnu árini hava hesi skip havt eina stóra afturgongd seinastu árini. Tó royndist 2010 heldur frægari, men heldur ikki í fjør sluppu línuskipini undan einum samanløgdum rakstrarhalli.

Tað segði Bjarni Arnason hjá grannskoðarafelagnum Nota, tá hann legði fram sína greining av fiskiskipaflotanum fyri árini 2006-2010.

Línuskipini eru nógv færri nú, enn tey vóru fyri fáum árum síðan. Talið er nevniliga minkað úr 24 skipum niður í 16 árini 2006 til 2010.

- Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag hava línuskipini merkt eina afturgongd í veiðinøgd fyrstu átta mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør.

Miðalprísurin er tó hækkaður, soleiðis at veiðivirðið higartil í ár er á leið tað sama sum undanfarin ár.

Bjarni Arnason segði seg tí vænta, at úrslitið hjá línuskipum samanlagt verður óbroytt í 2011 í mun til 2010.

Línuskipini eru gomul. Miðalaldurin er 41 ár.