Línudansarin

Valheilsan frá Búa Dam og Dánjal á Neystabø úr Noregi

Onkustaðni, eg veit ikki hvar, liggur eitt samfelag sum ikki eksisterar.

Eitt samfelag sum ikki er til. Eitt samfelag sum ikki er eitt samfelag, men alíkavæl er eitt samfelag, tí tað er eitt ikki-eksisterandi samfelag.

Hetta er sjálvandi ikki tað einasta ikki-eksisterandi samfelag sum eksisterar. Tað finnast óteljandi ikki-eksisterandi samfeløg, sum rithøvundar hava skrivað um, sum politikkarar hava droymt um, og sum droymarar hava livað í. Við einum sindri av hugflogi, einum neva av ósekum lygnum og einum hvøssum penni hava teir, úr egnari hugmynd, skapað eina ørgrynnu av ikki-eksisterandi samfeløgum.


Men sum sagt, onkustaðni, eg veit ikki hvar, liggur eitt samfelag sum ikki eksisterar. Har fólk byggja hús at búgva í. Har fólk fara at svimja við børnunum leygardagar. Har fólk onkuntíð súkkla til arbeiðis. Har fólk lesa bløðini uttan at vita hví. Har fólk brúka mjólk útí. Har fólk keypa lutaseðlar fyri at stuðla onkrum tey kenna ella ikki. Har fólk gera børn. Har fólk trúgva. Har fólk ikki trúgva. Har fólk ikki trúgva teimum sum trúgva ella trúgva teimum sum ikki trúgva. Har fólk sova við ljósinum tendraðum. Har fólk elska. Har fólk doyggja. Har fólk koyra sunnudagstúrar. Har fólk elska sirkuss.

Umleið helvtin av fólkinum í hesum ikki-eksisterandi samfelag hevur tað sum Amerikanski rithøvundurin Kurt Vonnegut kallar ein dingdong hangandi millum beinini. Hin helvtin av fólkinum hevur einki hangandi millum beinini, men ístaðin eitt djúpt, duldarfult hol, sum vit velja at kalla; staðiðharvitøllkomafrá.

Einki er vakrari, enn tá eitt fólk við staðnumharvitøllkomafrá millum beinini og eitt fólk við dingdongi millum beinin gerast eitt. Tá tey sameinast. Tá tey halda fast um hvønn annan, slikka tunguna hjá hvørjum øðrum og trýsta dingdongin aftur og framm inn í staðiðharvitøllkomafrá. 9 mánaðir seinni kemur eitt skríggjandi undur úr staðnumharvitøllkomafrá. Soleiðis vera børn til í hesum ikki-eksisterandi samfelag. Børn sum svimja leygardagar. Børn sum selja lutaseðlar. Børn sum sova við ljósinum tendraðum. Børn sum drekka mjólk. Børn sum hava hugflog. Børn sum elska Sirkuss.

Og nú, mínar damur og harrar, við einum sindri av hugflogi, einum neva av óskyldigum lygnum og einum hvøssum penni, er okkara ikki-eksisterandi samfelag eitt sirkuss. Eitt sirkuss, har fólk koma at hyggja at klovnum, leyvum, fílum, akrobatum, slangum og slangumenniskjum, og einum línudansara.

Inni í sirkussinum er høgt til loftið. So høgt, at tá allir klovnanir í sirkussinum standa stáplaðir ein og ein á herðunum hjá hvørjum øðrum, røkka teir ikki upp til línudansarin, sum gongur ovast uppi undir hválvinum. Línudansarin er stjørnan í sirkussinum. Hann skyggir, og er sprøklut ílatin. Tað er soleiðis fólkið vil hava hann at vera. Og meðan hann dansar línu, syngur hann sangir, sum fólkið vil hoyra. Hann hevur eisini eina balansu-stong í hondunum. Eina balansu-stong, sum eisini kann verða ein út-av-balansu-stong. Og tað er júst hetta balansu kynstur, sum fólkið verður bergtikið av. Fólkið í sirkussinum kan sjálvt avgera, hvussu balansan hjá línudansarinum skal vera. Tí á einum enda av balansu-stongini standa nakrir dingdongar, og á hinum endanum standa nøkur støðharvitøllkomafrá. Hvussu nógv av hvørjum standa á hvørjari síðu, er upp til fólkið at avgera.

Salurin kókar, tá línudansarin upptraðkar, tað hoyrast skrál og brøl frá fólkinum. Onkur rópar “EIN DINGDONG AFTRAT” onkur annar rópar “NEI EITT STAÐHARVITØLLKOMAFRÁ AFTRAT” ein triðji rópar “EIN AV HVØRJUM” onkur fjórði rópar “NIÐUR VIÐ STAÐNUMHARVITØLLKOMAFRÁ UPP VIÐ DINGDONGUNUM” “NEI UPP VIÐ STAÐNUMHARVITØLL…” “LUKKA NEVIÐ HON SJÁLV” “DINGDONG DINGDONG DINGDONG.” ”STAÐIHARVITØLL…” “DINGDONG…DINGDONG.”

Soleiðis rungar í Sirkussinum…”DINGDONG DINGDONG DINGDONG”… ..og dansurin hjá línudansurin er nú farin at líkjast meira einum bardaga enn einum dansi….“DINGDONG DINGDONG”…. á einari síðu á balansu-stongini eru nú 29 dingdongar…”DINGDONG DINGDONG”…á hinari síðuni eru bara 3 støðharvitøllkomafrá….DINGDONG….sveittin dryppar….stevini er tung… “DINGDONG.” fólkið skrálar…”DINGDONG DINGDONG”………………… …………….bráddliga steðgar línudansarin……………… mitt á línuni………….hann hellur meira og meira til dingdong síðuna.

Fólkið skrálar ikki longur.

Ongin skrálar.

Tøgn.

Hann hellur.

Tey tiga.

Eina lítla løtu steðgar tíðin. Ein sveittadropi hangur sum eitt glinsandi tár á nøsini hjá línudansarinnum. Í leysari luft. Mitt í mannamúgvuni stendur ein lítil, reyðhærd genta. ”Hygg, línudansarin grætur”.

Tøgn.

Tíðin vindur seg spakulig ígongd aftur, og dropin dettur spakuliga gjøgnum luftina niður til fólkið. Spakuliga. So spakuliga at fólkið kann spegla sær í honum.


Gott val!


Búi Dam og Dánjal á Neystabø