Løntakarafjøldin er tódnað eitt sindur. Í november 2008 vóru 25.579 løntakarar og er hetta 289 færri enn í november 2007. Minkingin svarar til 1,1%.
Tølini sum verða nýtt at siga frá støðuni í einum ári, eru tølini frá november mánaði. Í november verður mett at flestu løntakarar eru í vanligum varandi størvum og órógv frá frítíð og líknandi er sum minst.
Kvinnuligu løntakararnir gerast fleiri
Frá 2007 til 2008 løgdust 90 kvinnur aftrat løntakarafjøldini. Kortini slapst ikki undan at løntakarafjøldin minkaði, tí í sama tíðarskeiðið gjørdust mannligu løntakarnir 379 færri.
Afturgongdin í fiskivinnuni yvir 10%
Í vinnubólkinum ?Fiskivinna o.o. ráevnisvinna? hevur verið støðug afturgongd síðan 2002. Hóast hetta er afturgongdin í 2008 kortini tann størsta síðan tá. Samanborðið við 2007 arbeiddu 487 færri í fiskivinnuni, og er hetta ein minking upp á 10,3%. Bólkurin ?Byggivinna o.o. tilvirking? hevur síðan 2005 haft eina framgongd, men í 2008 vóru løntakarnir 135 færri, ein afturgongd uppá 3,5%.
Innan hinar báðar bólkarnar ?Privatar tænastuvinnur? og ?Almenn o.o. tænasta? er løntakaratalið vaksið síðan 2005.
100 løntakarar færri í Suðuroy
Í 2007 vaks løntakaratalið í nærum øllum sýslum. Gongdin í 2008 var beint øvugt, tí løntakaratalið minkaði í nærum øllum sýslum. Í Suðuroyar sýslu vóru 101 færri løntakarar, afturgongdin var 4,1%. Í Vága- og Norðoya sýslu var afturgongdin 1,9%, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.










