Lántøkan eigur ikki at koma óvart á

Tá núverandi andstøða, tey sum seinastu fýra árini sótu við valdinum í Klaksvíkar kommunu, í miðli undanfarna borgarstjóra - Norðlýsinum, leggja undirritaða undir at leggja fram ósannindi tíðindi fyri almenninginum, og skapa split og mistreysti, so eg koma við hesi viðmerking.

Eg haldi ikki, at tað kom óvart á býráðspolitikkarar, at tørvur varð at taka lán fyri at fíggja virksemið hjá kommununi við øllum tí virksemi sum er. At vit einans valdu at biðja um heimild at lána 70 mill kemst av, at við góðum samskifti við arbeiðstakarar, hava flutt nøkur gjøld til 2022.

At borgarstjórin kom sníkandi við einum skjali á fíggjarnevndarfundi er eitt sindur niðursetandi. Tá limur í figgjarnevndini spurdi, hvat lánið skuldi brukast til, deildi eg skjal út, har endurskoðaða fíggjarætlanin, við sáttmálum o.a. var ført í.
- Millum annað hevði undanfarna býráð onki sett av til útstykking á Fossum og ídnaðarøkið á Borðoyarvík, ella avsett nakað til at fáa skil á veghæddina í Biskupstorgi. Bara hesi trý nevndu geva eina upphædd omanfyri 80 mill.

Tá eg havi úttala meg um, at núverandi meirluti bert hevur fingið okkurt smávegis raðfest í núverandi fíggjarætlan, so er tað ikki langt av leið. Nógv tann størsti parturin av játtanum fyri 2021 eru antin undirskrivaðir sáttmálar ella avtalur, sum undanfarna býráð einmælt hevur samtykt.

At okkara fyrr so høgt virda lokalblað nú er vorðin ein plattur hjá undanfarnu býráðsleiðslu, har undanfarni borgarstjóri er eigari, leggi eg ikki so nógv í. Vit í núverandi leiðslu royna at avrika, heldur enn at hugsa um popularitet.

Øll, sum eg ferðist ímillum, hava gott mót og síggja ljóst uppá framtíðina, og tað skulu tey halda fram við, tí Klaksvíkar kommuna erí góðum hondum.

##med2##

Tá borgarstjórin og núverandi samgonga verður løgd undir at bera fram ósannindi fyri almenninginum, í samband við lántøkuna hjá Klaskvíkar kommunu, so undrar tað okkum, at tey trý í andstøðu ikki vita av, at tað koma at mangla pengar í, um alt skuldi halda áfram ótarna.

Vit vilja hervið kunnað tykkum, sum hvønn dag, alt døgnið og alt árið, bæði á sjógvi og landi forvinna skattakrónur til felagskassan, um hvussu íløgukarmur og lán skulu brúkast í hesum ári.

Annars hevur núverandi meirluti avgreitt fleiri áhugaverd mál í hesi setuni, sum hava ligið leingi á láni. Klaksvíkar Hermetik er endiliga komin uppá pláss. Hetta kemur at kosta kommununi einar 3.5 mill, tá bygningurin stendur liðugt umvaldur. Asfaltering runt spinnaríið. Eisini fáa vit ein nýggjan dagstovn til 60 børn eftir summarferiuna. Millum onnur mál kunnu nevnast setan av tveimum dagrøktarum, nýggjan bil til sløkkiliðið, nýggja maskinu til grótbrotið, arbeiða við at vaksa um Norðhavnina og bátahylin í Ánafirði. Hetta er bara eitt brot úr rúgvuni, av neyðugum og góðum málum, sum vit arbeiða við.

Núverandi leiðsla í Klaksvíkar kommunu ynskir sanniliga, at hava eitt gott samstarv við allar býráðslimir. Klaksvíkar kommuna er ein kommuna í rúkandi vøkstri  og vit vilja sanniliga framburð og at allir borgarar í kommununi føla seg sum ein part av heildini.