Lániveitslan er av

Altjóða fíggjarkreppan og búskaparútlitini gera, at óvissan er størri enn vanligt, tá metast skal um føroysku búskaparútlitini. Og tað er ivasamt, um tað almenna framhaldandi kann virka sum lokomotivið, ið skal stimbra búskapin, sigur Landsbankin í seinastu frágreiðing sínari

Búskapur

 

Óvissa á fíggjarmarknaðinum, misjøvn rávørutilgongd í tilfeingisvinnuni, fløskuhálsar á arbeiðsmarknaðinum og ivi um framtíðar leiklutin hjá landinum í stimbran av búskapinum.

Ávaringalampurnar blunka í fullari ferð í seinastu frágreiðingini frá Landsbankanum.

 

Lániveitslan av

Í frágreiðingini verður sagt, at fremsta orsøkin til búskaparvøksturin seinastu tvey-trý árini vøksturin í innlendskum eftirspurningi.

- Betri fíggingarmøguleikar á fíggjarmarknaðinum og skattalætti til húsarhaldini hava stimbrað nýtslu og íløgur. Hetta hevur serstakliga ávirkað virksemið í tænastu- og byggivinnuni. Landið og kommunurnar hava økt tænasturnar lutfalsliga nógv. Ávísar bygnaðarligar broytingar í pørtum av vinnulívinum hava harumframt virkað fyri meira dynamikki. Størsta ávirkanin á uppgongdina seinastu 2 árini hevur verið størri nýtsla og íløgur hjá húsarhaldunum.

Hinvegin hava trupulleikar verið á útboðssíðuni. Millum annað við misjavnari rávørutilgongd í tilfeingisvinnuni, tó at framleiðsluvøkstur hevur verið í alivinnuni. Hartil hevur trýstið á arbeiðsmarknaðin verið stórt.

 

Einki búskaparstopp

Enn er talan tó ikki um nakað veruligt stopp í búskapinum. Landsbankin metir framvegis, at talan verður um búskaparvøkstur, og er hesin mettur til 4,7% í 2008.

- Fíggjarkreppan og búskaparútlitini úti í heimi gera, at óvissan er størri enn vanligt, tá metast skal um útlitini í føroyska búskapinum. Búskapurin í 2008 kann í stóran mun væntast at vera framhald av gongdini frammanundan. Millum annað tí peningastovnarnir í ávísan mun eru bundir av givnum tilsagnum um útlán. Longur frammi í tíð kunnu lánistovnarnir væntast at verða meira varnir at økja um útlánini, eins og hægri fíggingarkostnaður í eina tíð frameftir kann væntast at minka áhugan fyri lántøku. Hetta kann væntast at gera seg galdandi fyri bæði húsarhald og vinnulív, verður sagt í frágreiðingini.

Hartil verður sett spurnartekin við, um tað almenna framvegis kann stimbra búskapin í sama mun, sum gjørt hevur verið seinnu árini, tá skattalættar og vaksandi rakstrarútreiðslur hava økt búskaparvøksturin.