Í november vóru lønargjaldingarnar, árstíðarjavnað, 753 milliónir, ein 4% øking í mun til sama mánaða í fjør, skrivar Hagstovan.
Í oktober mánaða vóru lønargjaldingarnar 764 milliónir, sum er tað mesta útgoldið er, ein einstaka mánaða, í ár.
Gongdin í trendinum í mánaðurligu lønargjaldingunum er tó framvegis fyri uppgangandi.
Síðani novembur 2012, altso seinastu fimm árini, eru lønirnar vaksnar við yvir 150 milliónum krónum seinastu fimm árini.
Lønarvøksturin hevur verið støðugur síðani august 2009, tá hon lá um 550 milliónir krónur. Tað er serliga seinastu fýra árini, síðani novembur 2013, at lønin er voksin. Tá vóru samlaðu lønargjaldingarnar beint undir 600 milliónir krónur.
So tey fýra árini frá 2009 til 2013 vuksu lønargjaldingarnar við 50 milliónum krónum, men næstu fýra árini, frá 2013 til 2017, eru tær voksnar við 150 milliónum krónum.