Nú fyrsti mánaðin er farin av 2010, kann staðfestast, at januar í ár hevur verið tann besti
januar mánaðin seinastu fýra árini, tá tað snýr seg um lønar og skattgjaldingar. Í januar í
ár vóru goldnar 609 mió. kr. í lønum umvegis a-skattaskipanina, landsskatturin var
góðar 109 mió. kr. og kommunuskatturin var góðar 100 mió. kr.
Tað kann sjálvandi tykjast løgið, at lønargjaldingarnar eru hægri, samstundis sum
arbeiðsloysið er vaksandi. Nakrar av forkláringunum eru, at tey arbeiðsleysu nú verða
væl loftaði av arbeiðsloysisskipanini. Tí minkar inntøkan hjá teimum, ið gerast
arbeiðsleys, ikki altíð so nógv. Tað, sum hevur fingið samlaða lønarmassan at vaksa, eru
betri fiskaprísir og sáttmálahækkingar. Í januar í ár hava fiskaprísirnir verið væl betri
enn í januar í fjør, tí eru hýrirnar eisini hægri, samstundis sum sáttmálalønirnar eru
hækkaðar seinasta árið. Enn er bert talan um fyrsta mánaðin av 2010, tí skulu tølini
sjálvandi takast við fyrivarni.
Hóast innflutningurin framvegis er minkandi, eru tekin um vøkstur í privatu nýtsluni.
Meirvirðisgjaldsinntøkur landskassans eru tær somu sum í januar í fjør, men
inntøkurnar av skrásetingargjaldi av bilum eru nógv størri fyrsta mánaðin í ár
samanborið við somu tíð í fjør.