Tey næstu árini skulu hvørki almennar lønir, pensjónir ella lestrarstuðul hækka.
Tað miðjar javnaðarflokkurin nú samgongan telvar av lívsins kreftum um fíggjarlógina fyri næsta ár.
Tað upplýsti tingfólk og landsstýrisfólk hjá Javnaðarflokkinum á fundi fyri javnaðaráhugaðum í Havn í gjárkvøldið.
Tey staðfestu, at sostatt verður miðjað eftir, at sáttmálasamráðingarnar ímillum fíggjarmálaráðið og fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum í heyst, skulu føra við sær, at lønirnar standa í stað.
Hendir tað, verður avleiðingin, at pensjónir og lestrarstuðul og aðrar veitingar frá tí almenna, heldur ikki verða framskrivaðar.
Fólkaflokkurin hevur skotið upp, at ásea lønarsteðg við lóg, men tað vil Javnaðarflokkurin ikki hoyra talan um.
Kortini vil flokkurin ikki leggja upp fyri lønarhækkingum á fíggjarlógini fyri næsta ár
John Johannessen, politiskur formaður javnaðarfloksins, metir ikki, at hetta er at leggja seg út út sáttmálasamráðingar.
- Hækka vit lønarkarmin 2% á fíggjarlógini, er tað eisini at leggja seg út í samráðingarnar, tí so geva vit ábendingar um, at ein lønarhækking upp á 2% er tað, vit kunnu góðtaka.
- Enda samráðingarnar í heyst við lønarhækkingum, hóast endamálið er tað øvugta, verður tað tikið upp til ta tíð, sigur hann.
Yvir 100 milliónir dýrari
Landsstýrismaðurin segði, at metingar siga, at næsta ár verður føroyska samfelagið yvir 100 milliónir dýrari at reka, enn tað er í ár.
Nakrar orsøkir til tað eru, at ellis- og røktarheim verða tikin í brúk og bara á teimum verða útreiðslurnar til lønir einar 25 milliónir næsta ár. Samstundis hækkar talið á pensjónistum.
Samstundis arbeiðir samgongan við eini meting, sum sigur, at næsta ár verða inntøkurnar hjá landskassanum 2% hægri enn í ár.
- Tað er ein sera varislig meting, tí Búskaparráðið metir, at vøksturin verður eitt vet størri.
Hinvegin ætlar hann, at næsta ár skulu útreiðslurnar á fíggjarlógini verða lægri, enn tær eru í ár, hóast raksturin verður góðar 100 milliónir dýrari. Tað merkir, at sparingar skulu setast í verk fyri minst 100 milliónir.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at tilsamans verður úrslitið, at hallið á fíggjarlógini næsta ár verður slakar 600 millónir, ella 200 milliónir minni enn tað er í ár.
Sparingar ella inntøkur
Spurningurin er so, hvussu hetta mál skal røkkast.
- Javnaðarflokkurin vil hækka inntøkurnar hjá landskassanum við tilfeingisgjaldi og avgjøldum og minka útreiðslurnar við nýskipanum í fólkaskúlanum, heilsuverkinum og við at niðurlagað sjómannafrádráttin.
Men hendan ætlan møtir stórari mótstøðu frá hinum samgonguflokkunum, serliga Fólkaflokkinum, sum vil spara seg burtur úr kreppuni.
- Javnaðarflokkurin vil eisini spara, men tað skal gerast við størsta varsemi, uttan at ganga vælferðartænastum ov nær, legði Jóannes Eidesgaard, dent á.